1.314 fólk vórðu handtikin í sambandi við mótmælini í Fraklandi í gjár, upplýsir franska innanríkismálaráðið sambært Ritzau.
Í sambandi við mótmælini vórðu eisini 53 løgreglufólk særd.
Franski innanríkismálaráðharrin, Laurent Nuñez sigur, at tað gekk betri hesa ferð í mun til seinasta vikuskifti, tá 2.700 fólk vórðu handtikin, nærum 1.000 løgreglufólk vórðu særd, og fleiri hundrað handlar vórðu rændir.
![]()
París (Mynd: Sameer Al-Doumy/AFP/Ritzau Scanpix)
Kortini vóru aftur samanbrestir millum løgreglu og mótmælisfólk. Táragass varð brúkt móti mótmælisfólkum í Paris, Marseille, Lyon, Bordeaux, Lille, Toulouse, Montpellier og Nantes.
Myndugleikarnir vóru fyrireikaðir til nýggj mótmæli hetta vikuskiftið og høvdu sent 70.000 løgreglufólk á gøturnar - 10.000 fleiri enn síðsta vikuskifti.
Mótmælini byrjaðu á miðnámsskúlum í París, har nógv vóru ónøgd við skúlaviðurrskifti. Hetta hevur síðani ment seg til eina landsumfevnandi rørslu móti ójavna, høgum livikostnaði og versnandi almennum tænastum.
![]()
París (Mynd: Aris Messinis/AFP/Ritzau Scanpix)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald