Innanlands

Sjóvar kommuna: Kunnu møguliga víðka útstykkingina við Hálsatjørn við 49 vanligum grundstykkum

Hugsað er eisini, at ein partur av økinum kann nýtast til størri byggningar. Eftirspurningurin eftir grundstykkum í kommunu er sera stórur - helst hevur tørvurin á nýggjum bústøðum ongantíð verið størri

Kloakkskipan og teknisku fyrireikingarnar eru gjørdar. Politisk viðgerð og játtan til bygging av nøkrum hevur tó ikki verið (Mynd: Sjóvar kommuna)

Kloakkskipan og teknisku fyrireikingarnar eru gjørdar. Politisk viðgerð og játtan til bygging av nøkrum hevur tó ikki verið (Mynd: Sjóvar kommuna)

2020-04-24 16:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Hugurin at seta búgv í Sjóvar kommuna hevur neyvan nakrantíð verið størri enn nú. Vit merkja ein øktan tørv á nýggjum bústøðum, og øll okkara tøku grundstykkir blivu seld eftir stuttari tíð, umframt at fleiri liggja framvið fyri at fáa eitt stykki, tá ið møguleikin er har.

Hetta skrivar kommunan á heimasíðu sínari. Kommunan hevur seinastu árini roynt at loftað avbjóðingini við at gera fleiri størri og smærri útstykkingar ymsastaðni - umframt á Strondum verður arbeitt við at gera nýggj grundstykkir Innan Glyvur og á Selatrað.

Í 2017 vórðu útstykkingarætlanir gjørdar á Fríðufløtum og við Hálsatjørn á Strondum. Tilsamans 11 grundstykkir við Fríðufløtur og 42 grundstykkir við Hálsatjørn. Umframt hetta vórðu tvey størri økir sett av  til møguliga tættari bygging. Øll hesi 53 grundstykkini til sethús eru longu seld, og í næstum fer kommunan at bjóða økini til tættari bygging út alment, boðar Sjóvar kommuna frá.

Møguliga 49 grundstykki afturat 

Seinastu tíðina eru fyrireikingar gjørdar til eina møguliga víðkan av útstykkingarøkinum við Hálsatjørn, og arbeiðir hevur gingið væl, skrivar kommunan. Tað er á vegastrekkinum, ið gongur frá útstykkingini við Hálsatjørn og oman ímóti Raktanga, at gjørdar er fyrireikingar til síðuvegir, har ið pláss verður fyri tilsamans 49 vanligum grundstykkjum. Kloakkskipan og tekniskar fyrireikingarnar eru gjørdar, so at tað í framtíðini ber til at útstykkja meira.

Sjóvarkommuna boðar frá, at enn er støða ikki tikin til samansetingina av grundstykkjunum í hesum økinum - um tað verður talan um grundstykkir til vanlig sethús, ella um tað eisini verða bjóðað økir til íbúðarbygging.

Borgarstjórin, Artur Johansen, sigur eisini, at ætlanir sum ítróttarhøll ella almennur stovnur, hava eisini verið nevndar, men hann undirstrikar, at einki er politiskt viðgjørt. Peningur er heldur ikki játtaður til víðari arbeiði. Í løtuni er bert talan um tankar og møguleikar, og kommunan hevur syrgt fyri, at økið kann nýtast víðari, um neyðugt verður við tí. 

Tað er Munin Sp/f, ið hevur projekteringin undir hond, og sjálvt jørðarbeiðið verður gjørt av Voyt Sp/f, ið samstarvar við Kreton.

Tað er eingin ivi um, at Eysturoyartunnili spælir sín leiklut í, at eftirspurningum eftir grundstykkjum í Sjóvarkommunu er so stórur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder