Mentan

Sjónleikur á teknmáli

Maifríð Hansen framførir leik um Risan og Kellingina við Gøtugjógv áðrenn hon fer til Íslands á altjóða mentanarfestival fyri deyv

2026-06-23 10:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Týsdagin 30. juni klokkan 20, verður forkunnugur leikur framførdur í Losjuni Glotti við Gøtugjógv.

Tað er Meifríð Hansen, sum fer at framføra søgnina um Risan og Kellingina á teknmáli.

Meifríð er tunghoyrd og hóast hon dugir at lesa á munninum og at tosa, er teknmál hennara móðurmál.

Í summar fer Meifríð at luttaka og umboða Føroyar á einum altjóða mentanar festivali fyri deyv í Íslandi. Luttakarar verða úr øllum heiminum, og framførslur av ymiskum slag eru á skránni. Í hesum sambandi vendi Meifríð sær til Riu Tórgarð, leikstjóra í Teatur Grugg, um at fáa hjálp og vegleiðing til at framføra ein leik. Ein sera spennandi og ørvísi avbjóðing fyri ein leikstjóra, sum vanliga hevur røddina  sum sítt arbeiðsamboð.

Í søgnini um Risan og Kellingina, hevur Ísland ein týðandi leiklut, og tí var sjálvsagt at pallseta hana.

Áðrenn farið verður til Íslands, verður ein almenn sýning í Losjuni Glotti í Gøtu, í samstarvi við sjónleikadeildina har.

Meifríð spælir fýra leiklutir á teknmáli. Samstundis er Ria frásøgufólk, soleiðis at tey, ið ikki duga teknmál, kunnu fylgja við.

Endamálið við eini almennari sýning, er at seta sjóneykuna á sjónleik á teknmáli, og at kanna áhugan fyri at seta á stovn eitt sjónleikarafelag fyri deyv.

Aftan á framførsluna verður kaffiprát.

Ria hevur leikstjórnað og lagt handritið til rættis.

Hans Kristian Eyðunsson Hansen hevur sniðgivið plakat og skíggja mynd.

Atgongumerki fáast á www.atgongumerki.fo

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder