Innanlands

Video: Sunnudagsskúlalærarar fingu nýggjan íblástur

Um vikuskifti vóru umleið 90 sunnudagsskúlalærarar frá øllum landinum savnaðir í Nesvík. Jóhan Hansen, ráðgevi innan barna- og familjuarbeiðið, greiður her frá, at dentur millum annað varð lagdur á tíðina, ið børn vaksa upp í nú við millum annað atliti at sosialum miðlum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-09-28 21:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Youtube'arir og "influencarir". Tað er ikki nakað, ið tíð vanliga verður nýtt til í leguhúsinum í Nesvík, men soleiðis var í vikuskiftinum, tá leiðararáðstevna var í Nesvík, har allir sunnudagsskúlalærararnir og juniorleiðarar í kirkjum og samkomum kring landið vóru bodnir.

Jóhan Hansen, ráðgevi innan barna- og familjuarbeiði hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, greiðir í sjónbandinum hjá Trúboðanum frá, at teir umleið 90 luttakararnir millum annað fingu fyrilestrar frá dananum Bent Molbech Petersen. Hann kom serliga inn á tíðina, ið børn vaksa upp í nú. Hetta serliga í mun til tøkni - millum annað sosialu miðlarnar, ymiskt á Youtube, og annað ið tey heilt ungu kunnu møta, ið ikki var tøkt fyrr.

Bent Molbech Petersen, Jóhan Hansen og Ásbjørn Berthelsen høvdu verkstovur seinnapartin. Jóhan kemur inn á, at tað er umráðandi at vera dagførdir og at geva hendan møguleikan til lærarar og leiðarar at hittast, so at tey millum annað kunnu fáa nýggja vitan og nýggj amboð. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder