Mentan

Sjómanskvinnuringarnir savnast í Leguhúsinum

Hugnakvøld - evnið er sjómansmissión í Íslandi og nýggja bókin um sjómanskvinnuringarnar

Argjakórið syngur

Argjakórið syngur

2022-10-04 07:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í kvøld savnast sjómanskvinnuringarnir í Vágum, Streymoy, Eysturoy og í Norðoyggjum í Leguhúsinum í Nesvík.

Á skránni verður felagssangur, Argjakórið fer at syngja og Símun P. Jacobsen hevvur andakt. Síðani fer Frants Jensen og greiða frá føroyskari sjómansmissión í Íslandi gjøgnum 100 ár, og Torleif Johannesen fer at greiða frá nýggju bókini: “Tænandi kvinnur – søgan um sjómanskvinnuringarnar”.

Høvið verður at keypa bókina og at geva eina gávu til Sjómansmissiónina. Aftaná verður drekka og hugni. Tiltakið byrjar kl. 19.30

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder