Innanlands

Sjey umsóknir til stjórastarvið á Havstovu Føroya

Eilif Gaard fer skjótt úr starvinum

2021-11-09 16:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri beint undir trimum mánaðum síðani gjørdist greitt, at Eilif Gaard hevði biðið um at verða loystur úr starvið sum stjóri á Havstovnuni fyri tí.

Les eisini: Havstovan skal hava nýggjan stjóra

Harvið lýsti Havstovan eftir stjóra fyri stuttum, og sjey fólk hava søkt, sambært Kringvarpinum.

Nýggi stjórin á Havstovu Føroya skal byrja næsta ár. Kringvarpið skrivar, at eitt krav til umsøkjarar er viðkomandi útbúgving á master- ella kandidatstigi, til dømis í fiskifrøði, havfrøði ella lívfrøði.

Tað er ikki greitt, nær nýggir stjóri verður settur. Eilif Gaard hevur verið stjóri í ellivu ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder