Innanlands

Sjey ráðharrar til Føroya á fyrsta fundin í samstarvsráðnum

Fyrsti fundur í nýggja uttanríkis-, trygdar-, og verjupolitiska samstarvsráðnum millum Føroyar, Danmark og Grønland verður í Føroyum hósdagin

Mynd frá ríkisfundinum í 2021 (Mynd: Løgmansskrivstovan)

Mynd frá ríkisfundinum í 2021 (Mynd: Løgmansskrivstovan)

2022-06-06 12:36 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyrsti fundur í nýggja uttanríkis-, trygdar-, og verjupolitiska samstarvsráðnum millum Føroyar, Danmark og Grønland verður í Føroyum hósdagin 9. juni.

Samstarvsráðið bleiv formliga skipað seinasta heyst og Føroyar hava formansskapin í fyrstu setuni.

Á fundinum hósdagin luttaka ikki færri enn 10 ráðharrar úr Føroyum, Danmark og Grønlandi.

Høvuðsendamálið við samstarvsráðnum er at tryggja kunning og samskipan í mun til uttanríkis, trygdar- og verjumál fyri Føroyar, Danmark og Grønland.

– Eg fegnist eisini um, at vit nú hava fyrsta fundin í nýggja samstarvsráðnum, har øll trý londini í ríkisfelagsskapinum sita runt um borðið og á jøvnum føti viðgera uttanríkis- verju- og trygdarpolitikk. Hetta er neyðugt og vitnar um at tað eru nýggjar og semjusøkjandi tíðir í ríkisfelagsskapinum, sigur Bárður á Steig Nielsen løgmaður.

Eftir fundin hósdagin verður tíðindafundur í Tinganes kl. 16.30, har Bárður á Steig Nielsen løgmaður, Mette Frederiksen forsætisráðharri og Múte B. Egede landsstýrisformaður luttaka.

Luttakarar til fundin í samstarvsráðnum

Føroyar:

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (formaður)
Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum

Danmark:

Mette Frederiksen, forsætisráðharri
Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri
Mattias Tesfaye, løgmálaráðharri
Morten Bødskov, verjumálaráðharri

Grønland:

Múte B. Egede, landsstýrisformaður
Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinna í uttanríkis-, vinnu- og handilsmálum
Naaja H. Nathanielsen, landsstýriskvinna í fíggjar- og javnstøðumálum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder