Innanlands

Sjey prosent av føroyingum eru nú koppsettir fyri koronu

Í gjár fingu 388 føroyingar fyrsta prikið. Talan var um sjúklingar í serligum vandabólkum, heilsustarvsfólk og búfólk, skrivar corona.fo

Í morgin er ein mánaði síðani, at fyrstu prikini yvirhøvur í Føroyum vórðu givin. Nú hava 3687 føroyingar fingið fyrsta prikið (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Í morgin er ein mánaði síðani, at fyrstu prikini yvirhøvur í Føroyum vórðu givin. Nú hava 3687 føroyingar fingið fyrsta prikið (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-01-28 16:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú hava 3687 føroyingar fingið fyrsta prikið. Hetta svarar til sjey prosent av fólkatalinum. 

Hetta skrivar corona.fo.

Í gjár vórðu 388 føroyingar koppsettir fyri koronu. Talan var um sjúklingar í serligum vandabólkum, heilsustarvsfólk og búfólk. 

Koppsett verður aftur í dag, og tað verður væntað, at knapt 4000 føroyingar hava fingið koppsettingina fyri koronu, tá dagurin er av.

Ein persónur hevur fingið seinna prik. Í morgin er ein mánaði síðani, at fyrstu prikini yvirhøvur í Føroyum vórðu givin.

Í Evropa eru í løtuni trupulleikar við at halda tíðarætlanina í mun til koppsetingar, og Statens Serum Institut hevur kunngjørt, at 59000 færri skamtir enn væntað koma til Danmarkar fyrstu mánaðirnar í ár. Júst hvussu hetta fer at ávirka Føroyar er óvist. Føroyar fáa sínar skamtir víðari úr Danmark, ið eisini stendur fyri rokningini. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder