Mentan

Sjey linoleumsprent við føroyskum motivum

Skoti av føroyskari ætt sýnir fram í Myndlist Gallarí í Tórsgøtu

Søldarfjørður ca. 1940

Søldarfjørður ca. 1940

2019-08-16 17:54 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Frá í morgin og mánaðin út er møguleiki fyri at síggja forvitnisliga framsýning við linoleumsprentum hjá Neil Stewart í Myndlist Gallerí í Tórsgøtu í Havn. 

Neil Stewart er útbúgvin myndahøggari frá Gray’s School of Art í Aberdeen.  Hann hevur føroyska mammu og skotskan pápa. Hann býr í einum skógarøki í Suðurskotlandi nærhendis enska markið, har hann arbeiðir við myndaskurð í leyvtrø, ið eru fallin í stormi.

At høgga træ tekur tíð og orku, og tískil brúkar hann linoleumsprent; tað er skjótari at fortelja søgur á hendan hátt. Eitt svart og hvítt linoleumsprent minnir hann um eina prentaða síðu í einari søgubók.

[object Object]
Neil Stewart

Í 2017 gjørdi Neil eina seriu av linoleumsprentum, ið siga søgur um landslagið, náttúruna, bygdir og fólk, sum búgva í Suðurskotlandi. Síðani hevur hann vent sær til føroysku fortíðina hjá mammu síni.

Aftan á kríggið fór mamman, Marjun Johannesson, bert 10 ára gomul við familjuni til Aberdeen at búgva. Pápin hevði saman við beiggjunum keypt eitt gamalt, bretskt skip, sum skuldi umbyggjast til trolara har. Hóast hon var ung, og tað er langt síðani, hevur Marjun ongantíð gloymt oyggjarnar, málið og Føroya fólk – sínar røtur. Hon hevur víst hendan kærleikan til fosturlandið gjøgnum alt lívið og borið hann víðari til børn síni.

Føroyaprent
Tað er eitt “áður og aftaná” tema til hesa nýggju seriuna við 7 linoleumsprentum. Í fyrireikingini hevði Neil langar samrøður við mammu sína, har hann lurtaði eftir søgum, sum lýstu hennara barndóm.

Hann og mamman brúktu m.a. Google Street View til at finna fram til barndómsheim hennara, barakkirnar hjá bretsku hermonnunum og keiina, har pápi hennara onkuntíð mátti leypa út í evstu løtu fyri at náa bátin til havnar á veg til arbeiðis. 

Hann hevur á henda hátt ímynda sær, hvussu Søldarfjørður sá út í 1940 umframt Bringsnagøtu og Eystaruvág í Havn, motivir, sum hann setir í samband við móður sína og systkin hennara.

Í apríl 2019 vitjaði Neil Stewart í Føroyum fyri fyrstu ferð í 30 ár. Á hesu vitjan seyg hann alt, sum hann sá, til sín og lærdi nógv um Føroyar.  Prentið av Bø umboðar yngsta beiggjan hjá mammuni, tí onki menniskja er á myndini. Afturat familjuminnum hevur hann roynt at lýsa, hvussu tað kennist at síggja tey stórfingnu fjøllini, stakkar og bjartar, vælskipaðar bygdir, ið eru so øðrvísi, enn har hann sjálvur býr.

Tað síðsta prentið, sum ímyndar Norðlýsið, ið siglir fram við Vestmannabjørgunum, hoyrir til bæði fortíðina og framtíðina. Ein líknandi skonnart, Immanuel, gekk burtur i 1932 og fór við allari manningini; teirra millum var Óli Poulsen, sum var fyrsti maður Jørginu, ommu Neil.

Myndin er týðandi fyri Neil, tí hendingin elvdi til, at omman – ung einkja við trimum smábørnum – bleiv uppafturgift við 23 ára gamla John Johannesson, abba Neil.

Framsýningin í Myndlist letur upp í morgin og hongur uppi til 30. august.

Lær meira um listina hjá Neil Stewart her  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder