Innanlands

Sjey koronatilburðir í gjár

Í løtuni eru 43 smittað í Føroyum

Helst er onkur smittaður á konsertini í ítróttahøllini leygarkvøldið (Mynd: Jens Kr. Vang)

Helst er onkur smittaður á konsertini í ítróttahøllini leygarkvøldið (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-09-21 12:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár vóru sjey nýggir koronatilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Í fýra førum er smittukeldan kend, í tveimum førum er smittukeldan ikki kend, og ein persónur er staðfestur smittaður fimm dagar eftir komu til Føroyar.

Í gjár boðaði landslæknin frá, at eitt smittað fólk hevði verið á stóru konsertini við James Blunt, sum var í ítróttahøllini á Hálsi leygarkvøldið. Hann mælti tí fólkini, sum vóru til staðar at lata seg kanna, og tað er helst orsøkin til, at 1.215 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið.

Í løtuni eru 43 smittað í Føroyum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder