Innanlands

Sjálvboðin úr mongum londum til arbeiðis á Klakki

15 útlendsk sjálvboðin ferðafólk fara í døgunum 26. og 27. apríl at arbeiða við at gera eina gøtu niðan á Klakk

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2019-04-17 14:58 Author image
Ari av Rana
placeholder

15 útlendsk sjálvboðin ferðafólk fara í døgunum 26. og 27. apríl at arbeiða við at gera eina gøtu niðan á Klakk.

Tey sjálvbodnu koma til Føroya í sambandi við menningar og marknaðarátakið Preserve Faroe Islands. Átakið byggir á sokallaða Voluntourism, har sjálvboðið arbeiði og ferðavinna verða samantvinna, og er eitt samstarv ímillum Visit Faroe Islands, kommunur og kunningarstovur í Føroyum. 

Klakkur er ein av best umtøktu gongutúrunum í Norðoyggjum - bæði hjá ferðafólki og ímillum Norðoyingar, og dagligi streymurin av gongufólki hevur sett síni spor í lendið. Tísskil er stórur tørvur á at byrja arbeiðið við at gera eina gøtu, skrivar Klaksvíkar kommuna. Í samráð við hagan verður gøtan leidd frá byrgingini, og so langt niðan, sum náast kann uppá tveir dagar. Eisini verður eitt skeltið sett upp, sum lýsir túrin og minnir ferðafólk á góðan atburð í haganum - eitt nú at lata portrið aftur, og at fylgja gøtuni.

Úr heimsins herðashornum niðan á Klakk 

Olivia Døgg Fríðfinsdóttir, samskipari á Norðoya Kunningarstovu, greiðir frá, at talan er um ein samansettan hóp, sum fer til arbeiðis á Klakki. Yngsti luttakarin er 18 ára gamal, og hin elsti er 58, og hevur drúgvar royndir við náttúruvarðveitan. Hartil eru luttakarar úr Meksiko, Bulgaria, Lettlandi, Noregi og Finnlandi, og eisini føroysk sjálvboðin vera við í toyminum. Tey sjálvbodnu fara at arbeiða saman við Hans Hjalta Skaale, býargartnara, sum hevur drúgvar royndir við at gera gøtur í føroyskum lendi. Fyrireikingarnar til arbeiðið eru longu í gongd, og ein partur av tilfarinum verður flogið niðan við tyrlu seinni í dag. Hartil verða veitir gravaðar frammanundan, so lendið er drenað og klárt at arbeiða við. 

Klaksvíkar kommuna stuðlar átakinum

Í Norðoyggjum er tað Klaksvíkar kommuna, sum stuðlar verkætlanini m.a. við tilfari og arbeiðsmegi. Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini, fegnast um at Klaksvíkar kommuna er við í átakinum. 

- Hetta er eitt átak, har privat, land og kommuna taka eitt felags tak fyri at styrkja ferðavinnuna í Føroyum. Tí eru vit væl nøgd við, at ein týdningarmikil partur av hesum átaki fer fram í Norðoyggjum, har vit sum kommuna sjálvandi geva okkara íkast, sigur Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini.

At arbeitt verður á Klakki 26. og 27. apríl merkir at leiðin niðan á Klakk verður stongd fyri vanligum ferðafólki hesar dagar, men longu 28. apríl verður latið uppaftur, og um alt gongur sum ætlað, so verður longu tá gangandi eftir fyrsta parti av gøtuni niðan á Klakk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder