Innanlands

Sirkus ikki til sølu - men bygningurin er

At bygningurin er til sølu kann seta Sirkus í eina trupla støðu. Men Sirkus livir ikki út frá einum illa farnum bygningi, og livir víðari har, ið vit vilja vera, sigur skeinkistaðið í fráboðan

(Mynd: Torbjörn Sjölund / Google Maps)

(Mynd: Torbjörn Sjölund / Google Maps)

2021-05-04 12:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sirkus er ikki til sølu. Bygningurin, sum Sirkus hevur hildið til í seinastu 12 árini er til sølu, men ikki Sirkus.

Tað boðar skeinkistaðið Sirkus frá fyrrapartin, eftir at eyðkendi bygningurin í Vágsbotni er settur til sølu á ogn.fo. Hetta skrivaðu vit eisini um í gjár. Prísuppskotið er 5,5 milliónir krónur.

- Sirkus ynskir at keypa bygningin. Tað hava vit ynskt síðani fyrsta dag, vit komu inn í húsið. Sirkus hevur seinastu árini tosað javnan við eigaran um, at Sirkus skal keypa bygningin, og tí kom tað okkum á óvart, at bygningurin stóð lýstur til sølu fyri góðari viku síðani. Sirkus hevur ígjøgnum árini lagt nógva orku og pengar í bygningin í tí vón, at tað fór at koma okkum til góðar og fyri at halda eitt gott forhold til eigaran, stendur í fráboðanini.

Sambært eigarunum av Sirkus er bygningurin í ringum standi, og fleiri brek og lekar eru komnir seinastu árini.

- Síðani 2013 hevur hann havt fleiri brek og lekar. Eigarin hevur í nøkrum førum gjørt ábøtur, harav bara ein av teimum hevur riggað. Í dag standa vit enn við flestu av somu brekum og lekum, sum vit hava havt síðani 2013, og fleiri brek og lekar eru komnir afturat.

Ætlanin var, at keypa bygningin í 2020, men covid-19 broytti ætlanunum fyri hesum og seinkaði møguleikunum fyri hesum.

- Nú hevur eigarin valt at seta bygningin til sølu til hægstbjóðandi. Tað kann seta Sirkus í eina trupla støðu.

Sirkus hevur ein leigusáttmála, sum gevur okkum rætt til at vera í bygninginum, inntil leigusáttmálin gongur út. Men Sirkus livir ikki út frá einum illa farnum bygningi, verður sagt.

- Sirkus er ein nerv, ein logi, ein ideologi, sum livir í hjartanum á okkum og livir víðari har, ið vit velja at vera. Men Sirkus ynskir at keypa húsini, tí at vit eru góð við tey. Tey hava higartil verið karmur um okkara samleika og koma vónandi framhaldandi at vera tað, siga eigararnir av Sirkus.

placeholder
placeholder