Innanlands

Sigurd Justinussen nýggjur skrivari í Nes kommunu

16 umsóknir vóru til skrivarastarvið. Nýggi skrivarin hevur arbeiðsroyndir frá Tórshavnar kommunu og Landsverk.

Sigurd Justinussen er 34-ára gamal, úr Tórshavn, og hevur eina Masterútbúgving frá Roskilde Universitet (Mynd: nes.fo)

Sigurd Justinussen er 34-ára gamal, úr Tórshavn, og hevur eina Masterútbúgving frá Roskilde Universitet (Mynd: nes.fo)

2020-10-29 17:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nes kommunu fer nú at fáa nýggjan skrivara. Talan er um 34-ára gamla Sigurd Justinussen úr Tórshavn, sum byrjar í starvinum 16. november.

Hann var ein av teimum 16, sum søkti starvið, umsóknir vóru til skrivarastarvið.

Hetta skrivar Nes kommuna á heimasíðu sínari.

Sigurd Justinussen hevur nomið sær BA útbúgving á Fróskaparsetrinum í Havn í sosialvísindi og samfelagsplanlegging og MA útbúgving í býarplanlegging og geografi á Roskilde Universiteti í 2016. Sigurd hevur arbeiðsroyndir frá Tórshavnar kommunu og Landsverk.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder