Innanlands

Signar Dam gevst aftaná 50 ár sum kommunulækni

Støðan við manglandi kommunulæknum er ótolandi og má takast í størsta álvara, sigur fráfarandi læknin

(Mynd: Suðuroyar Sjúkrahús)

(Mynd: Suðuroyar Sjúkrahús)

2021-02-28 18:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Signar Dam gevst 1. mars í yrkinum sum kommunulækni á Tvøroyri. Hann byrjaði í starvinum 30. oktober í 1971 og gevst nú, hálvt hundrað ár seinni.

Hóast góðar viðgerðarmøguleikar og góðar hølisumstøður í dag, sýnist størsta avbjóðingin nú vera at manna føstu kommunulæknastørvini í Suðuroynni. Av somu orsøk verða hesi størv sett við skiftandi avloysarum – í flestu førum útlendskum avloysarum, ið oftast bert starvast í Føroyum í stutta tíð í senn.

Signar Dam sigur við heimasíðuna hjá Tvøroyrar kommunu, at hetta er ein álvarstøða, og tað er ikki frítt ræðandi, havandi í huga at í Suðuroynni búgva 4.700 fólk. Sjúklingar hava tørv á kontinuiteti, og tað kann vera frustrerandi at møta avloysarum í viðtaluni, har sjúklingar upp í saman – og av nýggjum –  skulu greiða frá síni støðu. Hetta er ikki álitisvekjandi og kann skapa órógv hjá sjúklingum, hóast talan er um sera dugnaligar og royndar avloysarar, sum eru í viðtaluni.

Støðan við manglandi kommunulæknum er ótolandi og má takast í størsta álvara. Tað er ikki longur nóg mikið at tosa um trupulleikan, sigur Signar Dam.

Kommunulæknarnir arbeiða undir stórum trýsti og hava stóra ábyrgd, ið stundum kann vera sera krevjandi. Tí mælir Signar Dam til at taka næsta stig á leiðini, sum kommunulæknaálitið eisini leggur upp til og skipa Suðuroynna við einum heilsudepli, har 3-4 kommunulæknar virka regluliga saman við kønum heilsustarvsfólki, sum deila vitan, avlasta hvønn annan og hjálpast at við vaktum o.ø.

Verandi skipan við tveimum viðtaluhølum, har kommunulæknar sita spjaddir, er ikki við til at menna kommunulæknatænastuna og er sannlíkt ein orsøkin til truplu støðuna at fáa kommunulæknar at støðast og søkja fast starv í Suðuroyar læknaøki.

Sambært heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu hevur. Signar Dam verið synonymur við kommunulæknan, og hevur verið ein avgerandi skansi fyri tryggleika.

- Suðuroyar kommunulæknaøki er á einum vegamóti og broytist almikið, nú seinasta vaktin hjá Signari Dam nærkast. Borgarar her hava vant seg við – og nærum tikið fyri givið – at Signar Dam er altíð til arbeiðis. Tvøroyrar kommuna takkar Signari P. Dam fyri tíðina, hann hevur tænt øllum borgarum væl og virðiliga sum kommunulækni í viðtaluni á Tvøroyri, og ynskir Signari, Beintu við familju blíðan byr, skrivar kommunan.

Ein longri grein um Signar Dam kann lesast á heimasíðuni tvk.fo her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder