Innanlands

Siglingin hjá Smyrli skerd í dag

Vegna eftirlitsarbeiði av bjargingarbátum siglir Smyril ikki aftur fyrrenn av Havnini klokkan 19 - aðrar møguligar broytingar í samferðsluni kunnu væntast í dag og komandi dagarnar, orsakað av nógvum vindi boðar Strandferðslan frá

Túrar í Skopunarfjørði eru avlýsir vegna veður - hjá Smyrli er tað ikki veðrið, ið órógvar, men aðrar avlýsingar kunnu væntast, boðar SSL frá (Mynd: Sverri Egholm)

Túrar í Skopunarfjørði eru avlýsir vegna veður - hjá Smyrli er tað ikki veðrið, ið órógvar, men aðrar avlýsingar kunnu væntast, boðar SSL frá (Mynd: Sverri Egholm)

2021-11-16 12:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið varð neyðugt hjá Smyrli at avloysa tveir teir síðstu túrarnar, orsakað av nógvum vindi og trongum umstøðum í Tórshavnar Havn. 

Les eisini: Smyril avlýsir tveir túrar

Aftur í dag er ferðaætlanin hjá skipinum skerd.

- Í samband við eftirlitsarbeiði av bjargingarbátum umborð á Smyrli fella fylgjandi túrar burtur týsdagin 16. novembur: Klokkan 13 av Havnini og klokkan 16 av Krambatanga. 

Smyril silgdi norður tíðliga í morgun, og fer suður aftur í kvøld klokkan 19.00.

Veðriðr ávirkar, og fer helst at ávirka, sigling og koyring. Eingin sigling er millum Sandoynna og Skúvoy í dag, og Hasfjord hevur avlýst tveir túrar seinnapartin. Á ssl.fo verður eisini boðað frá, at orsakað av nógvum vindi og veðurforsagnum kann roknast við broytingum í ferðsluni týsdag 16. november.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder