Innanlands

Siglingartíðin hjá Erlu Kongsdóttir er nú sett til at vera tjúgu minuttir

Frá mánadegnum verður fyrsti túrur vikudagar klokkan sjey. Talið av túrum er óbroytt, meðan flestu fráferðirnar eru broyttar við 5 -10 minuttum

Mynd: Bjartur Vest

Mynd: Bjartur Vest

2021-02-17 07:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Erla Kongsdóttir hevur nú verið í sigling á Nólsoyarleiðini í góðar seks vikur út í eitt, og við grundalag í hesum er nú møguligt hjá Strandferðsluni at siga at til ber at stytta siglingartíðina millum Havnina og Nólsoy við 10 minuttum hvønn vegin.

Hetta merkir, at frá nú av verða túrarnir á leið 90 settir at vera tjúgu minuttir ístaðin fyri hálvan tíma.

Tískil er ferðaætlanin broytt í mun til siglingartíðina, har flestu fráferðirnar eru broyttar við 5 – 10 minuttum. Talið av túrum er tó óbroytt. Hetta skrivar ssl.fo, har til ber at síggja nýggju ferðaætlanina, sum kemur í gildi mánadagin 22. februar.

Fyrsti túrurin gerandisdag úr Havnini er fluttur frá 6:45 til kl. 7:00, meðan fráferðin úr Nólsoy er flutt frá 7:15 til 7:20. Seinasti túrur verður nú úr Nólsoy 22.20.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder