2018-07-04 20:55
Leygardagin ber til at royna eina heilt serliga uppliving í Sandoynni.
Tá fara tey at síga úr 300 metra hædd í Lonini vestanfyri á Sandoynni. Hetta er ein heilt serlig uppliving, har tú sleppur at sita mitt í fuglalandinum, tá ið tú ert komin eitt sindur niður í hædd.
Útsýnið er eisini einastandandi. Til ber at bíleggja sær pláss at síga beinleiðis á netinum á guidetofaroeislands.fo ella fáa meir kunning hjá Sandoyar Kunningarstovu.
Dagurin er frá kl. 10.30 og út á seinnapartin.
Fyrr í ár var bretski miðilin BBC við á eini ferð, tá ið teir rændu egg í her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald