Innanlands

Seta gongd á Fámjinstunnilin

Klokkan 13 fer elsti borgari í Øravík, Egon Rasmussen, at skjóta fyrsta skotið til Fámjinstunnilin

2022-11-16 10:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinastu vikuna eru Árnafjarðartunnilin og Hvannasundstunnilin skotnir ígjøgnum, og í dag fer enn ein tunnilsverkætlan av bakkastokki.

Klokkan 13 í dag fer Egon Rasmussen, elsti borgari í Øravík, at skjóta fyrsta skotið til Fámjinstunnilin.

Háløta verður við smiðjuna hjá Landsverk í Øravík. Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverk, bjóðar vælkomin og heldur røðu. Eftir hetta verður fyrsta skotið latið av.

Fámjinstunnilin verður umleið 1200 metrar langur, við tveimum breytum. Tunnilin far alla ta kravdu trygdarútgerðina, ið ein tílíkur tunnil skal hava í dag. Tað er LBF, ið hevur staðið fyri prosjekteringini av verkætlanini.

Avtalan við J&K Petersen er á umleið 150 mió kr, men samlaði kostnaður fyri alla verkætlanina, er mettur at vera 207 mió kr. Seinni í ár er ætlanin at bjóða el-arbeiðið í tunlinum út, ið er alt arbeiðið, við eitt nú ljósum og trygdarskipanini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder