Innanlands

Sendi beinleiðis meðan hann leyp á

Gerningsmaðurin í Halle hevði ein rasistiskan og andisemitiskan boðskap

Mynd frá Halle í gjár, har løgregla tosar við fólk, sum fóru í synagoguni, har Yom Kippur høgtíðin varð hildin (Mynd: EPA)

Mynd frá Halle í gjár, har løgregla tosar við fólk, sum fóru í synagoguni, har Yom Kippur høgtíðin varð hildin (Mynd: EPA)

2019-10-10 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Maðurin, sum í gjár framdi eitt álop móti eini jødiskari synagogu í týska býnum Halle, sendi beinleiðis á netinum, meðan ógerðin varð framd.

Live-sendingin fór fram á heimasíðuni Twitch, sum Amazon eigur. Eini 2.200 fólk sóðu upptøkurnar áðrenn Twitch tók tær av, skrivar Reuters.

Tvey fólk doyðu og tvey vórðu særd undir álopinum í eysturtýska býnum Halle.

- Eigarin av kontuni stroymdi illgerðirnar í 35 minuttir, og meðan hann sendi, vórðu fimm persónar, sum hugdu at, skrivar Twitch á Twitter.

- Ein upptøka av stroymingini, sum automatisk verður gjørd aftaná, varð sædd av umleið 2.200 fólkum í teir 30 minuttirnar, sum gingu áðrenn filmurin varð tikin av Twitch.

Saman við upptøkunum, sum vístu skotálopini við synagoguna og uttan fyri eina turkiska matstovu í Halle, var eisini eitt manifest við rasistiskum og antisemitiskum boðskapi lagt út.

- Twitch góðtekur ikki hatursinnihald og allar harðligar gerðir verða tiknar í størsta álvara, segði ein talsmaður fyri Twitch við AFP-tíðindastovuna.

- Tí taka vit alt slíkt innihald av, og blokera øllum kontum, sum roynir at deila myndir av slíkum gerðum.

Í mars mánaða sendi ein gerningsmaður live á Facebook frá álopinum á tvær moskur í New Zealandi.

Hendingin fekk politikkarar kring allan heimin at leggja trýst á telefyritøkur um at forða fyri, at slíkt kundi vísast á sosialu miðlunum.

Í september boðaði Facebook frá fleiri nýggjum tiltøkum, sum kunnu avmarka møguleikarnar fyri harðligum innihaldi. Tá boðaði Amazon eisini frá, at fyritøkan var partur av felagsskapinum Global Internet Forum to Counter Terrorism.

Tað er ein felagsskapur, har heimsins leiðarar og tøknifyritøkur, so sum Facebook, YouTube og Google samstarva um at basa yvirgangi og ógvusligum innihaldi á netinum, skrivar Ritzau.

Les eisini: Skotbardagi við synagogu í Týsklandi 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder