2022-09-29 14:05
            
        
        
                
            Fyrrapartin í dag hava Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Handverksmeistarafelag, Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna skrivað undir nýggjan sáttmála.
Sáttmálin er galdandi frá 1. oktober 2022 til 1. mai 2025 – í tvey ár og sjey mánaðir.
 
Semjan hevur við sær eina lønarhækking á 3,80 prosent 1. oktober 2022 og 4,04 prosent 1. oktober 2023, umframt aðrar tillagingar í sáttmálanum, skrivar Vinnuhúsið.
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald