Innanlands

Semja um endurgjald til familjurnar hjá offrunum

Mánadagin eru 50 ár liðin síðan 11 ítróttafólk úr Ísrael vórðu dripin undir olympisku leikunum í München

2022-09-01 09:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eftir fimmti ár fáa familjurnar hjá teimum 11 ísraelsku ítróttafólkunum, sum palestinski yvirgangsfelagsskapurin Svarti September, drap undir olympisku leikunum í München, endiliga sítt endurgjald.

Tað skrivar Süddeutsche Zeitung.

Herfyri hóttu familjurnar hjá offrunum við ikki at vera við til minningarhátíðarhaldið mánadagin í München í sambandi við 50 ára dagin, um endurgjaldið ikki varð hækkað.

Hetta fekk týsku stjórnina til at fara til samráðingarborðið, og eftir fundarvirksemi í eina viku har týskir og ísraelskir søgufrøðingar løgdu søgurnar fram, varð funnið fram til eina semju.

Tað merkir, at týski staturin hevur játtað at hækka endurgjaldið úr 10 milliónum til 28 milliónir evrur. Av hesum skal týski staturin rinda 22,5 milliónir evrur, staturin Bayern rindar 5 milliónir og býurin München eina hálva millión. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder