Innanlands

Semja um at yvirtaka farsóttarmál

Endaliga samtyktin á løgtingi var einmælt. Málið verður formliga yvirtikið á nýggjárinum

2023-03-20 16:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroya Løgting hevur í dag endaliga samtykt lógaruppskotið um yvirtøku av farsóttarmálsøkinum.

Samtyktin var einmælt – 29 atkvøður fyri og ongin ímóti ella blonk.

Bæði trivnaðarnevndin og uttanlandsnevndin tóku undir við lógaruppskotinum, og mæltu Løgtinginum til at samtykkja yvirtøkuna.

Hetta merkir, at Føroyar formliga yvirtaka farsóttarøkið á nýggjárinum, tann 1. januar 2024, skrivar Heilsumálaráðið.

Farsóttarøkið fevnir um øll tey viðurskifti í tí føroyska samfelagnum, sum kunnu verða ávirkað av einari farsótt, um so er, at tey ikki verða flokkað undir eitt annað málsøki, sum ikki er yvirtikið.

Næsta stig verður, at Heilsumálaráðið og Fólkaheilsustýri fara at fyrireika yvirtøkuna, og at gera eina avtalu við danskar myndugleikar um samstarv á økinum. Í næstum fer Fólkaheilsustýrið eisini undir at gera eina farsóttartilbúgving, sum skal vera klár at seta í verk, tá tørvur verður á tí.

- Eg eri sera fegin um, at Løgtingið hevur tikið undir við at yvirtaka farsóttarmálsøkið. Tíðarskeiðið við koronafarsóttini, hevur víst okkum, at farsóttarmálsøkið eigur at vera á føroyskum hondum, og skal tillagast føroysk viðurskiftir, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna. 

[object Object]Martig Stórá, landsstýriskvinna, á korona-tíðindafundi í leiklutinum sum varastjóri á Landssjúkrahúsinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder