placeholder
Innanlands

Semingsfólk boðsend

Samráðingarnar millum arbeiðsgevararnar og arbeiðarafeløgini komu ikki á mál

Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag (Savnsmynd)

Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag (Savnsmynd)

2022-05-17 08:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sáttmálasamráðingarnar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini slitnaðu í gjárkvøldið, og nú eru boð send eftir semingsfólki fyri at hjálpa til við at finna eina semju.

Tað skrivar Havnar Arbeiðarafelag á heimasíðu síni.

Sáttmálarnir fóru úr gildi 1. mai og síðan hava partarnir sitið við samráðingarborðið, har gamli sáttmálin er lýstur at galda í eitt ella fleiri samdøgur afturat, alt eftir hvussu samráðingarnar hava gingist. Seinast varð sáttmálin longdur yvir vikuskiftið at vera galdandi til á midnátt mánakvøldið.

Men nú slitnaðu samráðingarnar, og samráðingarleiðslan er nú latin yvir til semingsfólkini.

Fyrsti samráðingarfundur í hesum umfari varð hildin 7. apríl – sáttmálakrøvini vórðu latin hálvan mars. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder