
Beint eftir midnátt fekk MRCC boð um, at fólk í Hvalba og Sandvík høvdu sæð neyðrakettir og neyðbluss úr landi.
Illgruni var um, at talan kundi vera um ein bát, ið var væntaður úr Havn og sum ikki var komin fram, skrivar MRCC á netinum.
MRCC sendi beinanvegin boð eftir bjargingartyrluni og bjargingarbátinum Royndini hjá Suðuroyar norðrara Bjargingarfelag at leita. Eisini Brimil og Vædderen vórðu boðsendir.
Tá tyrlan og Royndin komu á staðið, var báturin sokkin, og einsamalli maðurin farin í gummibátin.
Royndin bjargaði mannin umborð, og sigldi hann og gummibátin til lands.
Maðurin hevur tað gott eftir umstøðunum, upplýsir MRCC.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald