Innanlands

Seks tikin fyri at nýta telefon undir akstri

Eisini vóru tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt í Søldarfirði

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-08-09 09:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seks fólk kunnu iðra seg yvir, at tey ikki kláraðu at bíða eina løtu ella koyra inn til síðuna, tá tað “plingaði” í telefonini.

Tað er ikki loyvt, og hesi seks vóru neviliga øll tikin av løgregluni í gjár fyri at nýta telefon undir akstri. Hetta gevur eina bót og klipp í koyrikortið.

Bilførararnir vóru tiknir í Havn og í Saltangará.

Fyrrapartin í gjár gjørdi løgreglan eisini ferðkanningar í Søldarfirði. Tað loysti seg, tí har vóru tveir bilførar sum koyrdu heldur skjótt.

Hámarkið er 50 km/t í økinum, men annar bilførarin koyrdi 79 km/t, og tað fær hann bót og klipp í koyrikortið fyri. Tann seinni koyrdi 71 km/t, og fær bót.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder