Innanlands

Seks NATO-skip í føroyskum firðum

Tað mundu vera mong í Havnini, sum hvukku við tá eitt stórt herskip sigldi gjøgnum Nólsoyarfjørð fyri løtu síðani. Fimm onnur eru eisini í Føroyum og skulu til Íslands

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-06-05 19:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seks NATO-skip sigla í løtuni í føroyskum firðum, og fyri løtu síðani sigldi eitt teirra gjøgnum Nólsoyarfjørð.

Talan var um hollendska HNLMS Karel Doorman A883. Tað stóð liðugt í 2015, er 204 metrar langt og 30 metrar breitt. Kostnaðurin var 363 milliónir evrur, sum er 2,7 milliardir krónur.

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum sigur við jn.fo, at skipini skulu til Íslands.

Teir hava biðið um og fingið loyvi at leggja leiðina umvegis Føroyar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder