Innanlands

Seinasta skotið latið av á Norðtoftum

Hvannasundstunnilin varð seinnapartin skotin ígjøgnum. Nýggju tunlarnir norð um Fjall skulu vera lidnir í 2024

(Mynd: Oliver Joensen / Nordlysid.fo)

(Mynd: Oliver Joensen / Nordlysid.fo)

2022-11-15 22:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinnapartin varð seinasta skotið latið í Hvannasundstunlinum, og punktum er harvið sett við ein stóran part av arbeiðinum at gera nýggju tunlarnar norð um Fjall.

Hvannasundstunnilin er millum Árnafjørð og Norðtoftir. Árnafjarðartunnilin sum varð skotin ígjøgnum í síðstu viku er millum Árnafjørð og Ánirnar.

Hóast seinastu skotini eru latin, er nógv eftir, tí tunlarnir verða eftir ætlan ikki lidnir fyrr enn á heysti enn í 2024.

Árnafjarðartunnilin verður umleið 1900 metrar langur, og Hvannasundstunnilin verður umleið 2200 metrar langur. Samlað vegalongd, har tunnlar og vegir eru roknaðir við, er umleið 6500 metrar langt. 

Tunlarnir fara at kosta 522 mió. kr. og verða væntandi lidnir á heysti í 2024. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder