Innanlands

Seðlarnir koma út um 20-21 tíðina

Grindadrápið í Hvalvík gekk gott

2020-10-16 14:22 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Fyrrapartin í dag var ein grind sædd uttanfyri Morskranes. Grindin bleiv rikin inn á Hvalvík, har hon varð hildin til um middagsleitið.

Sambært sýslumanninum gekk drápið frálíka gott. Í løtuni eru teir í ferð við at hiva hvalirnar upp, og teir meta at talan er eini 80 hval.

Seðlarnir koma út á keiini í Hvalvík um 20-21 tíðina í kvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder