Uttanlands

Secret Service skjeyt mann við Hvítu Húsini

Donald Trump, forseti, fór av tíðindafundi eina løtu í gjárkvøldið

Tænastumaður hjá Sercret Service bað forsetan rýma af tíðindafundi eina løtu í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

Tænastumaður hjá Sercret Service bað forsetan rýma af tíðindafundi eina løtu í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

2020-08-11 07:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump, varð í gjárkvøldið okkara tíð av Secret Service biðin um at fara av einum tíðindafundi í Hvítu Húsunum.

Hetta orsaka av eini hending uttan fyri økið, har Secret Service skjeyt ein mann.

Maðurin var eftir øllum at døma vápnaður, upplýsti Trump. Maðurin varð fluttur á sjúkrahús, hvussu støðan er hjá viðkomandi er enn óvist.

Stutt eftir kom Trump aftur á tíðindafundin, sum snúði seg um koronastøðuna í landinum. Her greiddi hann frá, at tað hevði verið ein skottilburður uttan fyri forsetaborgina, men at tamarhald var á støðuni.

Sambært forsetanum bað Secret Service hann um at fara úr miðlarúminum í Hvítu Húsunum, meðan trygdartænastan fekk tamarhald á støðuni uttanfyri.

- Tað var ein skottilburður uttan fyri Hvítu Húsini. Onkur varð fluttur á sjúkrahús. Eg kenni ikki støðuna hjá viðkomandi, segði Donald Trump, tá hann kom aftur á fundin um 11 tíðina í gjárkvøldið okkara tíð.

Sambært forsetanum hendi tilburðurin ”nærhendis girðingina, men uttan fyri økið”.

Á Twitter váttar Secret Service, at ein tilburður var á 17th Street og Pennsylvania Avenue.

- Ein maður undir illgruna og ein trygdarvørður hjá Secret Service eru fluttir á sjúkrahús. Ongin slapp gjøgnum girðingina inn til Hvítu Húsini, og ongin persónur undir okkara verju var nakrantíð í vanda, stendur skrivað.

Fleiri upplýsingar verða ikki givnir um støðuna hjá teimum báðum raktu.

Secret Service er tænastan, sum tekur sær av trygdini hjá forsetanum og familju hansara. 6.500 fólk eru í hesi tænastu, herundir um 2.000 teknikarar og umsitingarlig starvsfólk.

Summi av fólkunum í tænastuni eru skarpskjúttar, ið liggja á tekjum rundan um Hvítu Húsini í Washington D.C. Onnur í sivilklæðum ganga millum turistarnar rundan um forsetaíbúðina. Onnur koyra við í bilafylgjunum hjá forsetanum, ella ganga sjónliga á vakt við Hvítu Húsini. Summi eru lívverjar, ið altíð halda seg nærhendis forsetanum, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder