Nógvir miðlar fylgdu við, tá krúnprinsaparið og børn teirra vitjaðu í Føroyum í farnu viku.
Krúnprinsaparið vitjaði eisini í Føroyum í 2005, men hetta var fyrstu ferð, børn teirra sluppu at uppliva Føroyar.
Børnini hjá krúnprinsaparinum fingu hvør sítt sett av føroyskum klæðum frá fýra føroyskum kommunum, og Frederik krúnprinsur og Mary krúnprinsessa fingu síni føroysku klæðir frá Føroya landsstýri og Føroya løgting, tá tey giftust í 2004.
Myndirnar av krúnprinsahuskinum í føroyskum klæðum hava vakt ans á sosialu miðlunum, og ikki allar viðmerkingar hava verið jaligar.
Summi vildu vera við, at krúnprinsahúskið líktist nissum, og hava samanborið krúnprinsahúskið við nissum úr donskum jólakalendarum.
Hesa vikuna hevur danska blaðið Se & Hør eina grein um Føroyavitjanina hjá krúnprinsahúskinum. “Nissebanden på Færøerne” ljóðar yvirskriftin, ið eisini hevur vakt ans á sosialu miðlunum.
“Nissupápi, Frederik krúnprinsur, 50, noyddist brádliga at fáa nýggja troyggju til sín føroyska tjóðarbúna,” stendur m.a. í greinini, sum snýr seg mest um føroysku klæðini.
"Eg má hava tapt meg," segði Frederik krúnprinsur, um troyggjuna sambært Se & Hør.
Tá tey spurdu Christian prins, hvussu honum dámdi at vera í føroyskum klæðum, segði hann:
"Tað er fínasta slag, tí tey halda ein heitan."
Les eisini: Føroyingar ilskast inn á danskan skemtara
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald