Innanlands

Savna undirskriftir: Skal vera loyvt at hava aðra hugsan enn hana sum miðlarnir bera fram

Higartil hava beint omanfyri 100 fólk skrivað undir. Mótmælt verður, at tað ikki er loyvt at hava aðra hugsan um covid-19 koppseting enn hana, sum verður borðin fram í miðlunum

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-06-15 21:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinastu tvær vikurnar hevur ein felagsskapur við navninum “CoronaVitan / Føroyar Vakna” havt eina undirskriftainnsavnan á netinum. Ætlanin er at handa landsstýrinum og farsóttarnevndini undirskriftirnar.

Yvirskriftin er “Øll hava rættin at ráða yvir egnum kroppi”.

Tey mótmæla, at tað ikki er loyvi at úttala seg um eina aðra hugsan um covid-19 koppsetingarnar enn hana, sum verður borðin fram í miðlunum, sum tey siga.

Higartil eru tað 101 fólk sum hava skrivað undir.

Tey siga seg stuðla hugsanini hjá Jenisi av Rana og halda, at hesar koppsetingar eru ov illa kannaðar fyri langtíðarhjáárin.

- Vit eru ímóti, at ungfólk skulu koppsetast fyri covid-19, tá tað bert er ein 0,01% deyðiligheit við covid-19 fyri ungfólk og væntandi ein hægri deyðiligheit av covid-19 koppsetingini, vilja tey vera við.

- Nú eru flest øll gomul og sjúk fólk í Føroyum koppsett – tey, sum vit skuldu verja, tí tey ikki toldu at fáa covid-19. Tískil er eingin grundgeving fyri at útseta ungdóm okkara fyri hesum óneyðuga váðanum, siga tey.

Coronavitan hevur eisini eina síðu á Facebook.

Undirskriftainnsavnanin gongur fyri seg her


placeholder
placeholder