Mentan

Sang Michael Jackson allar sínar sangir?

Ákærir eru frammi um, at Michael Jackson ikki sang allar sínar sangir sjálvur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-08-25 15:20 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Árið eftir at Michael Jackson, sum var ímillum tónleikararnar, sum hevur selt flestar plátur, vórðu sangir, sum hann skal hava sungið, givnir út. Fløgan, sum talan er um, seldi 85,000 eintøk fyrstu vikuna, og tað var Sony, sum stóð aftanfyri útgávuna. 

Men beint eftir, at sangirnir vórðu givnir út, vórðu ákærur um, at tað als ikki er Michael Jackson, sum syngur á nøkrum sangum, reistar. Eitt nú hevur systurin hjá superstjørnuni, La Toya Jackson, sagt, at tað ikki ljóðar sum beiggi hennara syngur á útgávuni. Talan er um sangirnir: Keep Your Head Up, Breaking News og Monster. Hettar skrivar The Guardian í gjár. 

Í 2014 varð ein sak reist ímóti Eddie Cascio, einum lívslangum vini hjá Michael Jackson, og upptøkufyritøkuni hjá hansara beiggja. Sakin gongur út uppá, at teir skulu hava tikið sangir upp eftir deyðan hjá sangarinum, og síðani hava givið sangirnar út ígjøgnum Sony undir navninum hjá Michael Jackson. Tað er ein fjeppari hjá superstjørnuni, sum eitur Vera Serova, ið stendur aftanfyri sakina. 

Í hesari vikuni var fundur í rættarmálinum, og tá skal Sony hava argumentera fyri, at óðansæð um tað er heimskendi sangarin, sum syngur ella ikki, høvdu Sony rætt til at geva sangirnar út undir navninum hjá honum. Hettar hevur verið brúkt ímótu Sony, og sagt verður at fyritøkan viðgongur, at Michael Jackson ikki syngur á sangunum. Hesum afturvísir Sony. Tey siga, at hettar bara var eitt juridiskt argument í støðuni, og at fyritøkan framvegis tvíheldur um, at tað er heimsstjørnan sum syngur á plátuni. 

Omanfyri kanst tú hoyra eitt av løgunum hjá Michael Jackson, men er tað hann sum syngur? 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder