Innanlands

Sandavágs Timburhandil 6,6 milliónir krónur í avlopi

Ársúrslitið á 6,6 mió.kr. er besta úrslitið hjá felagnum. Eigarin fáa 3 mió.kr. útgoldið í vinningsbýti

(Mynd: Sandavágs Timburhandil)

(Mynd: Sandavágs Timburhandil)

2022-06-03 09:31 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

Sandavágs Timburhandil hevur í nógv ár verið timburhandilin fyri nærøkið, fyrst og fremst sum høvuðsveitari av tilfari til byggivinnuna og seinni eisini til privat viðskiftafólk vesturi í Vágunum.

Kundagrundarlagið er serliga síðani Vágatunnilin alsamt útbygt at fevna um stóran part av øllum Føroyum. Bæði til byggiverkætlanir av ymiskum slagi og til privat húsarhald í Føroyum.

[object Object]

Rakstrarroknskapurin

Bruttovinningurin hjá felagnum vísti ein vøkstur á heili 41 prosent, úr 10,7 mió.kr. í 2020 til 15,2 mió.k.r í 2021. Hóast nettosølan ikki er upplýst av kappingaráðum, er mest sannlíkt at vøksturin í bruttovinninginum stavar frá øktari sølu í 2021.

Rakstrarúrslitið áðrenn avskrivingar, eisini nevnt ebidta, øktist úr 4,9 mió.kr. í 2020 til 8,7 mió.kr. í 2021. Vøksturin var heili 79 prosent.

Ársúrslitið í 2021 var 6,6 mió.kr. sammett við 3,7 mió.kr. í 2021. Ein vøkstur á 2,9 mió.kr. ella 78 prosent.

Fíggjarjavnin

Fíggjarjavnin hjá Sandavágs TImburhandil øktist úr 44,9 mió.kr. í 2020 til 53,8 mió.kr. í 2021.

Høvuðspostarnir á ognarsíðuni í fíggjarstøðuni í 2021 eru støðisogn, 16 mió.kr. og ogn í umferð, 37,7 mió.kr. sum bæði eru økt við ávikavist 4 mió.kr. og 4,9 mió.kr.  Serliga kann viðmerkjast at vørugoymslan í 2021 er økt við 34, mió.kr. og tøki peningurin er øktur við 3,8 mió.kr.

Skyldur felagsins vísa at langfreistaða skuldin er niðurgoldin úr 9 mió.kr. í 2020 til 8,2 mio.kr. í 2021. Stuttfreistaða skuldin er hinvegin vaksin úr 11,5 mió.kr. í 2020 til 17.6 mió.kr. í 2021.

Eginpeningurin hjá Sandavágs Timburhandli var í 2021 í alt 30,8 mió.kr. og trygdarevnið, sum er eginpeningur í mun til samlaðar skyldur, var 49 prosent. 

Gjaldførið hjá Sandavágs Timburhandli var gott, tá hugt verður eftir lyklatalinum ”gjaldførislutfall”, sum var 210,8 prosent samanborið við 384,3 prosent í 2020.

Lyklatølini vísa eisini, at talan hevur verið um eitt sera gott ár. Ognaravkastið var 17,8 prosent og eginpeningsavkastið var 22,9 prosent. 

Samanumtikið er talan um eitt sera gott úrslit hjá Sandavágs Timburhandil P/F fyri 2021.  

Eigarin av Sandavágs Timburhandil P/F er Albert Ari Thomassen, stjori, sum er einasti eigarin sum er skrásettur at eiga yvir 5 prosent av partabrøvunum. 

Aðalfundurin hevur fyri roknskapin 2021 sett 3,0 mió.kr. av sum vinningsbýti til eigaran. 

Sandavágs Timburhandil P/F hevur sambært heimasíðu felagsins samanlagt 15 starvsfólk.  

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f.  www.nira.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder