Innanlands

Samstarvsavtala millum Tórshavnar kommunu og Havnar Sjónleikarafelag

Tórshavnar kommuna og Havnar Sjónleikarafelag hava gjørt nýggja samstarvsavtalu um virksemi fyri 2021 – Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Hanna Flóvinsdóttir, forkvinna í Sjónleikarafelagnum, undirskrivaðu sáttmálan

Ætlanin hjá Havnar Sjónleikarfelag er m.a. at hava opið hús á ólavsøku (Savnsmynd)

Ætlanin hjá Havnar Sjónleikarfelag er m.a. at hava opið hús á ólavsøku (Savnsmynd)

2021-04-07 15:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ymiskt spennandi er á skránni hjá Havnar Sjónleikarafelag komandi árið. Bæði sjónleikir og ymisk onnur fólkslig tiltøk. Eitt nú er ætlanin at hava opið hús á ólavsøku, so Sjónleikarhúsið verður ein enn størri partur av lívinum í býnum tá, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuna.

Kommunan hevur í mong ár stuðlað Havnar Sjónleikarafelag, og er hetta fjórðu ferð, at slík formlig avtala er gjørd.

Avtalan er gjørd fyri at stuðla og menna samstarvið millum felagið og kommununa, og endamálið er at tryggja karmarnar til, at Havnar Sjónleikarfelag sum sjálvsognarstovnur kann menna mentanar- og listaligt virksemi og tilboð til tess at veita enn betri upplivingar fyri so nógvar borgarar sum gjørligt, skrivar kommunan.

Avtalan skal gagna virkseminum og tiltøkum hjá felagnum, og í avtaluni vera eisini sett ítøkilig mál um virksemi og átøk. Kommunan letur 800.000 krónur í stuðli í 2021 til felagið, sum m.a. fer til at halda søguríka bygningin og til tiltøk o.a.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder