Innanlands

Samlagstryggingargrunnur skift navn og formann

Aðalfundurin í Samlagstryggingargrunni Starvsmannafelagsins var hósdagin, og júst sum við móðurfelagnum, Starvsfelagnum, var uppskot um at skifta navn á grunninum. Fundarfólkið atkvøddi einmælt fyri navnabroytingini, soleiðis at grunnurin nú eitur Samlagstryggingargrunnur Starvsfelagsins

Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, takkar John Kjær, fráfarandi formanni í Samlagstryggingargrunni Starvsfelagsins, fyri hansara longu og trúgvu tænastu í nevndini fyri grunnin.

Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, takkar John Kjær, fráfarandi formanni í Samlagstryggingargrunni Starvsfelagsins, fyri hansara longu og trúgvu tænastu í nevndini fyri grunnin.

2021-02-28 13:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

John Kjær, formaður í grunninum, greiddi frá virki grunnsins seinasta árið, og um gongdina segði hann millum annað:

– Sum er keypir Samlagstryggingargrunnurin vegna limirnar í høvuðsheitum tríggjar tryggingar. Lívstrygging, trygging, ið veitir útgjald við álvarsliga sjúku hjá tí tryggjaða, og trygging, ið veitir útgjald við álvarsliga sjúka hjá barni hjá tí tryggjaða. Arbeitt hevur støðugt verið við at betra um og møguliga økja tryggingarnar. Talið av hættisligum sjúkum, ið geva útgjald, um onkur hevur fingið eina tílíka sjúku staðfesta, er munandi økt gjøgnum árini, og upphæddirnar hjá bæði limum og børnum eru øktar og javnsettar. So hvørt tryggingarfelag okkara, LÍV, økir um útboðið av sjúkum, ið kunnu koma undir tryggingarskipanina, verða hesar partur av avtaluni hjá grunninum, segði formaðurin í Samlagstryggingargrunni Starvsfelagsins.

Stuðul til hoyritól

Víðari segði John Kjær, formaður í grunninum:

– Síðani seinasta aðalfund hava vit eisini keypt trygging, ið gevur stuðul í sambandi við keyp av hoyritólum, ið eru neyðug, tá hoyrnin viknar. Nevnt hevur verið, at vit eisini áttu at havt tilsvarandi trygging í sambandi við skiftan av brillum. Hetta er eisini umrøtt, men sum er hevur LÍV ikki slíka skipan, og metingarnar eru, at hon fer at gerast munandi kostnaðarmiklari, enn skipanin við hoyritólunum. Men gerst hon møgulig, so er eingin ivi um, at nevndin hevur eyguni opin fyri at tryggja limunum slíka trygging.

Inntøkur á 8 milliónir krónur

Formaðurin kunnaði eisini um fíggjarligu støðuna í grunninum.

– Inntøkurnar hjá grunninum vóru í árinum tilsamans góðar 8 milliónir krónur, ið er ein øking á 140.000 krónur samanborið við 2019. Meginparturin av inntøkunum hjá grunninum eru sum altíð inngjøld frá limunum, meðan ein minni partur av inntøkunum eru fíggjarinntøkur. Bruttoútreiðslurnar av samlagstryggingini vóru í árinum 18,6 milliónir krónur, meðan nettoútgjaldið av samlagstryggingum var slakar 9 milliónir krónur ella umleið 700.000 krónur meira enn í 2019. Útgjald í sambandi við hættisliga sjúku var í stóran mun óbroytt í mun til 2019, tá tað var 2,7 milliónir krónur, segði John Kjær í formansfrágreiðingini.

Formaðurin takkaði fyri seg

Hetta var 24. ársaðalfundur hjá Samlagstryggargrunninum, og øll árini hava John Kjær og Jákup Danielsen, sitið í nevndini. Fyrr nevndi sum formaður, og síðstnevndi sum skrivari. Formaðurin hevur nú fylt 67 ár og kann tí ikki halda fram í nevndini fyri grunnin. Nevndin í Starvsfelagnum og fleiri aðalfundarluttakarar nýttu høvið at takka John fyri tað stóra arbeiðið, sum hann hevur gjørt øll hesi árini, og ynsktu honum blíðan byr.

Jákup Danielsen tók við afturvali, og nývald í nevndina er Selma Ellingsgaard. Forfólkið í Starvsfelagnum er føddur limur í nevndini, og tí er Súni Selfoss triði limurin í nevndini fyri Samlagstryggingargrunnin. Sum varanevndalimur varð Ingun Justinussen vald.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Jákupi Danielsen sum formanni, Selmu Ellingsgaard sum skrivara, og Súna Selfoss sum nevndarlimi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder