Innanlands

Samlaðu útreiðslurnar hjá Landsbankanum í fjør vóru 9,2 milliónir krónur

Ársfrágreiðingin frá Landsbankanum er nú tøk og umrøður millum annað landskassans gjaldføri og skuld, landsbankans virksemi, umframt fíggjarviðurskifti landsbankans í 2022

Landsbankin er nú á fíggjarlógini, sum ein vanligur stovnur. Í fjør var talan um eina nettojáttan á 8,1 millión

Landsbankin er nú á fíggjarlógini, sum ein vanligur stovnur. Í fjør var talan um eina nettojáttan á 8,1 millión

2023-04-05 08:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Landsbankin er nú á fíggjarlógini, sum ein vanligur stovnur. Samlaða inntøkujáttanin var í 2022 1,6 mió. kr. meðan samlaða útreiðslujáttanin var 9,7 mió. kr., tvs. ein netto játtan á 8,1 milliónir krónur. 

Samlaðu útreiðslurnar hjá Landsbankanum vóru 9,2 mió. kr. í 2022 samanborið við 10,1 mió. kr. í 2021. Av teimum 9,2 mió. kr. vóru 7,1 mió. lønir (6,9 mió. kr. í 2021) og 2,1 mió. kr. keypa av vørum og tænastum (3,2 mió. kr. í 2021). Keyp av vørum og tænastum er í stóran mun útreiðslur til KT, virðisbrævabókhald og aðra sakkøna hjálp. Í 2021 var eisini ein stór útreiðsla í sambandi við greining av Betri samtakinum gjørd av Deloitte, og hon var ikki í 2022, tí eru útreiðslurnar tað lægri í 2022 samanborið við 2021.

Á inntøkusíðuni er játtanin 1,6 mió. kr., men inntøkan gjørdist 1,8 mió. kr. Landsbankin fær inntøkur av at umsita Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin og av at umsita ogn hjá almennum grunnum.

Ársfrágreiðingin frá Landsbankanum umrøður millum annað landskassans gjaldføri og skuld, landsbankans virksemi, umframt fíggjarviðurskifti landsbankans í 2022. Til ber at lesa frágreiðingina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder