Innanlands

Samgongulimir ímóti uppskotinum men atkvøddu fyri

Hybridbilar skulu sleppa bíligari í skrásetingargjaldi og fáa meirvirðisgjald afturgoldið. Hetta fyri at strimbra grøna orkuskiftinum. Løgtingsfólk vóru tó ikki samd um hetta er grønt

2021-02-16 19:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað skal framhaldandi vera bíligari at keypa elbilar í mun ti bilar, sum brúka bensin ella diesel. Hetta samtykti løgtingið við aðru viðgerð í dag.

Men hybridbilar og plugin hybridbilar eru eisini partur av uppskotinum, og hóast bæði Umhvørvisstovan og SEV hava mælt frá at hava hesar bilar sum part av uppskotinum, so samtykti løgtingið í dag hetta.

Andstøðulimir royndu at føra fram, at hetta ikki var eitt gott hugskot, og tað gjørdu limir í samgonguni eisini. Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum segði, at hetta fer at seinka um grøna orkuskiftið.

- Teir bilar við hybridtøkni sum vera seldir nú, eru eisini her um tíggju ár. Tað vil siga, at so koyir man frá nú av og kanska 15 ár fram við einari tøkni sum við vissu er útdaterað bara um tvey-trý ar, segði Erhard Joensen.

Løgtingið samtykti í dag við aðru viðgerð, at hybridbilar og plugin-hybridbilar skulu fáa sleppa bíligari í skrásetingargjaldi og fáa meirviriðisgjald afturgoldið fyri at strimbra grøna orkuskiftinum.

16 atkvøður vóru fyri, fimm ímóti og átta vóru blankar.

Uppskotið skal til triðju viðgerð áðrenn tað endaliga er avgreitt frá løgtinginum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder