Innanlands

Samferðslan framvegis nakað darvað

Kavi og hálka ávirkar eitt sindur í ymiskum støðum. Strandferðslan boðar millum annað frá onkrum seinkingum, avlýsingum og at koyrt ella siglt ikki verður til nøkur støð sum er

Støðan er væl betri, men hálka og annað gera framvegis eitt sindur um seg

Støðan er væl betri, men hálka og annað gera framvegis eitt sindur um seg

2023-03-17 10:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu tíðina hevur samferðslan í Føroyum verið nógv ávirkað av kava, vindi, jarðroki og hálku. 

Nú er støðan tó betri, og lýggjari er í veðrinum. Tó so ávaraði Landsverk tíðliga í morgun, at hált er í støðum um alt landið, og umráðandi var at koyra varliga. Tá vóru sera vánalig koyrilíkindi á Vestmannavegnum og ikki koyrandi til Syrðadals á Streymoynni.

Strandferðslan hevur eisini boðað frá onkrum seinkingum, avlýsingum og at koyrt ella siglt ikki verður til nøkur støð sum er. 

Siglt verður ikki til Svínoyar og Fugloyar vegna ókyrru á lendingum og fyri veður millum Sandoynna og Skúvoy. 

Í mun til koyring, so verður ikki koyrt til og frá Gásadali og oman til Syðrugøtu, umfart at aðrar broytingar eru. Skrivað varð eisini í morgun, at seinkingar kundu væntast á millum annað flogrutuni.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder