Sámal Toftanes er leirvíkingur, ið hevur teknað og málað alt sítt lív, og 14 ára gamal gekk hann ein vetur til teknifrálæru hjá hinum tiltikna leirvíksmálararum Jóhannesi Kristiansen.
Eins og hjá eldra leirvíksmálaranum eru myndirnar hjá Sámali natúralistiskar. Hann leggur heldur ikki skjól á, at hann var hugtikin av Jóhannesi og hansara list.
Sámal luttók á síni fyrstu framsýning í 1989. Hetta var árliga framsýningin hjá Lions Eysturoy. Síðan hevur hann luttikið á eitt nú ólavsøkuframsýningum, várframsýningum í Smiðjuni í Lítluvík, í Føroyahúsinum í Keypmannahavn og í Hjørring.
Komandi vikuna sýnir Sámal fram í Gallarí Havnará.
Fernisering er í dag, fríggjadagin 5. desember klokkan 16-18. Bárður á Lakjuni kemur at syngja og spæla nøkur løg.
Framsýningin er opin frá klokkan 16-18 allar dagar fram til 11. desember.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald