Innanlands

Sam liðugur til avtalaða tíð

Sam, sum hevur verið á beding síðan 28. juni, verður latin Strandferðsluni í vikuni

(Mynd: MEST)

(Mynd: MEST)

2021-07-12 09:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

28. juni fór Sam á beding til 45 ára eftirlit á MEST í Havn, og eins og avtalað, verður ferjan latin Strandferðsluni aftur miðskeiðis í vikuni, boðar MEST frá.

Samstundis sum Sam var til eftirlit, vóru ymiskar ábøtur gjørdar.

Sam fór av beding fríggjadagin, og verða ymiskar skipanir nú endaligt royndarkoyrdar, áðrenn ferjan verður latin Strandferðsluni og verður sett aftur í sigling millum Klaksvík og Syðradal.

Meðan Sam hevur verið á beding hevur Erla Kongsdóttir siglt fyri Sam á leið 56.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder