Innanlands

Sakna halgidagsfrið á hvítusunnu

Meðan halgidagslógin ikki loyvir dans og annað aftaná klokkan 23.45, sleppa fyritøkur at nýta larmandi arbeiðstól bæði nátt og dag. Her er okkurt, sum ikki hongur saman, sigur Heimafriður, sum sigur seg hava fingið fleiri klagur um larm

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-05-29 09:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Meðan halgidagslógin ikki loyvir dans og annað aftaná klokkan 23.45, sleppa fyritøkur at nýta larmandi arbeiðstól bæði nátt og dag.

Tað sigur felagið Heimafriður, sum hevur fingið klagur um larm fleiristaðni frá.

– Føroya Politi ynskir á Facebook síðu sínari okkum øllum eina friðaliga hvítusunnu. Eisini vísir løgreglan á, at sambært halgidagslógini er dansur og annað ikki loyvt aftaná klokkan 23:45. Her er eitthvørt, sum ikki hongur saman við okkara lóggávu, tí samstundis sleppa fyritøkur, við millióna yvirskoti, at nýta larmandi arbeiðstól, bæði nátt og dag. Um hetta sigur løgreglan seg ikki hava heimild at gera nakað við.

Les eisini: Góvu fólki boð um at dempa tónleikin

Sambært Heimafriði snúgva klagurnar seg um skip, sum ikki verða løgd til landsstreym, hóast landsstreymur er tøkur. Eisini verður klagað um larmandi bingjur.

– Heimafriður sær aftur og aftur, at skip ikki skifta til landsstreym, hóast landsstreymur er tøkur. Tað sær ikki út til at vera annað enn dovinskapur, tí landsstreymur er í fleiri førum tøkur. Eisini veit Heimafriður um, at flutningsfyritøkur hava frystibingjur koyrandi, sum halda nógvan gang. Umframt liggja fleiri skip og landa í døgndrift við hydraulikkranum, sum gnísta rættiliga illa. Alt hetta eru viðurskifti, sum kunnu rættast upp á, bara viljin er til staðar, sigur Heimafriður.

Heimafriður heitir á reiðarar og fyritøkur um at taka atlit til fólk og syrgja fyri, at teirra arbeiðstól ikki eru til ampa fyri fólk nærhendis havnum og arbeiðsplássum. Eisini heitir felagið á avvarðandi kommunur um at tryggja borgarum sínum heimafrið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder