Uttanlands

Sakførarin hjá Trump fingið staðfest covid-19

Sunnukvøldið upplýsti amerikanski forsetin, at Rudy Giuliani hevur fingið staðfest covid-19 – Ógreitt er, um hann hevur nøkur sjúkueyðkenni

Rudy Giuliani (Mynd: EPA)

Rudy Giuliani (Mynd: EPA)

2020-12-07 07:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrverandi borgarstjórin í New York, sum nú er persónligi sakførarin hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, hevur fingið staðfest covid-19. Hesum boðar Trump sjálvur frá á Twitter.

Amerikanski forsetin rósti Giuliani fyri at hava strídst fyri at "avdúka mest korrupta valið í søguni hjá USA".

Trump og sakførarar hansara vilja framvegis vera við, at umfatandi valsvik varð framt í sambandi við forsetavalið í november, men higartil hava teir ikki fingið viðhald í dómstólunum.

76 ára gamli Giuliani hevur seinastu vikurnar verið á rundferð í ymsum statum fyri at heita á valmyndugleikar um ikki at staðfesta ein sigur fyri demokratin Joe Biden.

Nú er sakførarin so tann seinasti av mongum í skaranum hjá amerikanska forsetanum, sum er staðfestur covid-19 positivur. Forsetin var sjálvur smittaður og innlagdur í oktober. Ógreitt er, um Giuliani hevur nøkur sjúkueyðkenni, skrivar Ritzau.

Covid-19 smittan er skjót at spreiða seg í USA. Leygardagin vórðu næstan 230.000 fólk staðfest positiv, og fleiri enn 2.500 doyðu við smittuni, sambært tíðindastovuni AFP. Seinastu vikurnar hevur dagliga talið á nýggjum andlátum fleiri ferðir ligið omanfyri 2.000.

Amerikanskir heilsuserfrøðingar hava ávarað um, at mann kann síggja eina øking í talinum á smittutilburðum, eftir at nógvar mió. amerikanarar ferðaðust heim til familjur sínar í sambandi við Thanksgiving í november. Myndugleikarnir høvdu annars heitt á fólk um at verða verandi heima.

Sambært Johns Hopkins University hava 14,7 mió. fingið staðfest covid-19 í USA, og fleiri enn 282.000 eru deyð.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder