Innanlands

Ruth Vang: Hørð við hvønn annan og ósamd í tingsalinum - uttanfyri eru vit væl

- Vit kunnu virka øgiliga hørð við hvønn annan og ósamd um alt møguligt. Men veruleikin er, at uttanfyri sjálvan tingsalin eru vit rættiliga væl, sigur Ruth Vang, løgtingskvinna

Ruth Vang (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Ruth Vang (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-02-15 22:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað leikar javnan hart á í løgtinginum, og tað eru ikki nógvir dagar síðani drúgt orðaskifti var um samkynd. Tingfólk skjóta eftir hvørjum øðrum og tað kann tykjast sum um at tey ikki orka gronina í hvørjum øðrum.

Men sambært Ruth Vang, løgtingskvinnu og formann fyri Framsókn, so er trivnaðurin í løgtinginum góður. Tað segði hon í sendingini “Við Tórði á túri”, sum hesaferð var á vitjan í Tinghúsinum.

- Man skal minnast til at trivnaðurin er rættiliga góður í løgtinginum. Fólk hoyra okkum, vit kunnu virka øgiliga hørð við hvønn annan og ósamd um alt møguligt. Men veruleikin er, at uttanfyri sjálvan tingsalin eru vit rættiliga væl, segði Ruth Vang.

- Tað er eitt gott arbeiðsumhvørvi, har sum tað er góður trivnaður, segði hon.

Sendingin “Við Tórði á túri í Løgtinginum” hoyrist her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder