Uttanlands

Russland góðtekur ikki treytir hjá Biden

Amerikanski forsetin sigur seg vera til reiðar at hitta russiska starvsbróðir sín, um Russland er til reiðar at enda kríggið í Ukraina – Russiska stjórnin sigur seg ikki kunna góðtaka treytirnar

Talsfólk hjá russisku stjórnini, Dmitrij Peskov sigur, at Russland als ikki kann góðtaka treytirnar hjá Biden (Mynd: EPA)

Talsfólk hjá russisku stjórnini, Dmitrij Peskov sigur, at Russland als ikki kann góðtaka treytirnar hjá Biden (Mynd: EPA)

2022-12-03 15:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Joe Biden sigur seg vera til reiðar at hitta russiska starvsbróðir sín, Vladimir Putin, um hann er áhugaður. Men ein treyt er, at Putin skal vísa, at hann er til reiðar at enda kríggið í Ukraina.

Tað segði Biden hósdagin, og í gjár boðaði russiska stjórnin frá, at hon ikki góðtók treytir hansara.

Talsfólk hjá russisku stjórnini, Dmitrij Peskov sigur, at "serliga hernaðarliga atgerðin" sum Russland rópar kríggið í Ukraina, heldur fram, og kann Russland als ikki góðtaka treytirnar.

– Hvat var tað í veruleikanum, at Biden forseti segði? Hann segði, at samráðingar bert eru møguligar, eftir at Putin er farin úr Ukraina, sigur hann sambært Ritzau.

Peskov leggur afturat, at Putin altíð hevur og framvegis verður opin yvirfyri samráðingum fyri at tryggja russisk áhugamál.

Russiska stjórnin upplýsir eisini, at Putin hevur tosað í telefon við Olaf Scholz, samveldiskanslara í Týsklandi fyri fyrstu ferð síðan miðskeiðis í september.

Í hesum sambandi hevur Putin greitt frá, at tað ikki slapst undan at fremja dronuálop á vatn- og elveitingina hjá Ukraina. Hetta var eitt svar til eitt ukrainskt álop á russiskt undirstøðukervi, segði hann.

Putin segði eisini, at politikkurin hjá vesturheiminum er oyðileggjandi. Her verður víst til, at vesturheimurin sendir vápn til Kyiv og venur ukrainsk herfólk.

Scholz segði hinvegin við Putin, at hann fordømdi russisku álopini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder