Uttanlands

Russland: Fongsulsrevsing fyri at minnast Navalnyj

Í Sankta Pætursborg hava 154 fólk fingið fongsuslrevsing á upp til 14 dagar

Minningarhald í Sankta Pætursborg (Mynd: EPA)

Minningarhald í Sankta Pætursborg (Mynd: EPA)

2024-02-19 08:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Russlandi hava í minsta lagi 150 fólk fingið fongsulsrevsing fyri at minnast andstøðingin Aleksej Navalnyj, sum doyði í fongslinum fríggjadagin.

Tað skrivar tíðindastovan AFP, sum vísir til upplýsingar hjá einum lokaluk russiskum dómstóli.

Mannarættindaflegasskapurin OVD-Info hevur áður upplýst, at í minsta lagi 359 fólk eru handtikin í 30 ymiskum russiskum býum.

Tær flestu handtøkurnar hava verið í høvuðsstaðnum Moskva og í Sankta Pætursborg. Í síðstnevnda býnum hava 154 fólk fingið fongsulsrevsing á upp til 14 dagar.

Orsøkin er, at tey hava mótmælt, eftir at boðini bórust um, at Navalnyj var deyður. Mótmælisfólkini savnaðust m.a. fyri at leggja blómur, syngja sálmar og tendra ljós í Sankta Pætursborg. Síðani vórðu tey handtikin, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder