Uttanlands

Russiskt koppingarevni skal roynast í India

Indiska stýrið ætlar at heilsu- og reingerðarstarvsfólk, løgreglufólk og eldri skulu vera millum tey fyrstu, sum verða koppsett, tá eitt koppingarevni verður tøkt

Fløskur við russiska koppingarevninum, Sputnik V (Mynd: Reuters)

Fløskur við russiska koppingarevninum, Sputnik V (Mynd: Reuters)

2020-10-17 14:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Russlandi er góðkenning nú komin í lag til at fara í holt við at royna Sputnik V koppingarevnið móti korona í India. 1.500 fólk faa at luttaka í royndunum.

Russland, sum er fyrsta landið at góðkenna eitt koppingarevni móti korona, ger eisini royndir í Hvítarusslandi, Venesuela og í Sameindu Arabisku Emiratunum. Avtala er nú gjørd við indiskar framleiðarar um at framleiða 300 mió. skamtar av evninum.

Í løtuni verður koppingarevnið roynt í Moskva á 40.000 fólk. Av teimum hava 16.000 longu fingið ta fyrru av tveimum sproytum. Fyribils úrslit frá hesum kanningunum verða væntandi tøk fyrst í november, skrivar Reuters.

Indiska stýrið er eisini farið í holt við at finna tey fólkini, sum tey ætla at koppseta sum tey fyrstu, tá eitt koppingarevni verður tøkt.

Talan er um 300 mió. fólk – heilsu- og reingerðarstarvsfólk, løgreglufólk og eldri fólk eru tey, sum fáa hægstu raðfesting.

Í fyrsta umfari er ætlanin, sum enn ikki er liðug, at koppseta 23 prosent av fólkinum. Endaliga ætlanin verður væntandi klár um mánaðarskiftið oktober/november.

Fólk skulu koppsetast tvær ferðir, og er talan sostatt um at býta út 600 mió. skamtar.

Indiski heilsumálaráðharrin, Harsh Vardhan, segði fyrr í mánaðinum, at India vónar at fáa 500 mió. skamtar at koppseta 250 mió. fólk áðrenn juli næsta ár.

Skal alt fólkið, ið telur 1,3 mia., koppsetast, eru vit komin væl inn í 2022, áðrenn arbeiðið er liðugt.

Sambært uppgerð hjá Worldometers.info hevur India skrásett 7,4 mió. tilburðir og 113.000 andlát í sambandi við koronasmittuni, og er tað bert USA, sum hevur skrásett fleiri tilburðir.

Um allan heimin nærkast talið á skrásettum tilburðum 40 mió., og 1,1 mió. andlát eru skrásett.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder
placeholder