Innanlands

Ruskbilur endaði niðri í túninum

Stórur krani hevur nú fingið bilin uppaftur

(Mynd: Sonni Jacobsen)

(Mynd: Sonni Jacobsen)

2021-02-15 16:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Førarin hevur helst verið óansin, tá ein ruskbilur hjá IRF gleið av vegnum undir Ryski í Sørvági um middagsleitið í dag.

Rættiliga høgt er niðurfyri júst har, sum bilurin gleið omanav, so bilurin kom at standa upp eftir enda við gronini á vegahædd og afturendanum niðri í túnunum framman fyri húsini undir vegnum.

Seinnapartin varð ein stórur kranabilur boðsendur á staðið, og ruskbilurin er nú bjargaður uppaftur. 

[object Object](Mynd: Sonni Jacobsen)

[object Object](Mynd: Sóley H. Gásdal)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder