Innanlands

Runavíkar kommuna: Trø og runnar eru til ampa fyri ferðsluna

Tey, sum hava trø og tunnarmóti almennum vegi, skulu hava klipt í seinasta lagi 5. mars. Fríhæddin yvir gongubreyt skal vera minst 2,5 metrar og 4,2 metrar yvir koyribreyt.

Mynd: runavik.fo

Mynd: runavik.fo

2021-02-16 18:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Runavíkar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at fleiri áheitanir eru komnar frá bil- og bussførarum um, at trø fram við vegum vaksa inn yvir vegbreytina og harvið eru til ampa fyri ferðsluna.

Tískil verður heitt á øll í kommununi, sum hava trø og runnar út móti almennum vegi, um at klippa trøðini sum tilskilað omanfyri í seinasta lagi 5. mars 2021.

- Fríhæddin yvir gongubreyt skal vera minst 2,5 metrar og 4,2 metrar yvir koyribreyt. Runnar skulu verða kliptir ájavnt mark. Atlit skal takast fyri, at avfall kann tyngja greinarnar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder