Uttanlands

Royndu rakettmotor av í Hetlandi í gjár

Enn eitt stig móti málinum at senda rúmdarrakettir upp í okkara nærmasta grannalandi. Talan er um nýggja tøkni við føstum vandaleysum brennievni

2021-05-20 11:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í Hetlandi upplivdu tey enn eitt stórt stig á leiðini móti at gera oyggjarnar til ein miðdepul innan rúmdarvirksemi. Hetta hendi, tá týska fyritøkan, HyImpulse Technologies, royndarkoyrdi ein rakettmotor.

Royndin fór fram Scatsta Airport, nú niðurlagda flogvøllinum har norðuri á Mainland, ikki so langt frá oljuterminalinum í Sullom Voe.

Við hesi royndini fingu hetlendingar enn einn smakk av rúmdarídnaðinum, nú tað gerst alsamt meira veruligt, at ein útskjótingarstøð verður bygd í Unst, norðureystast í Hetlandi.

Longu seinni í hesum árinum verður roknað við, at skjóta eina royndarrakett upp av Shetland Space Center á Lamba Ness á Unst.

Stjórin fyri týsku fyritøkuna, Mario Kobald var nøgdur við royndirnar í gjár.

- Vit hava gjørt fleiri royndir við okkara hybrid-motori, og eg kann siga, at tað sær gott út, segði hann við Shetnews.

[object Object]

Paraffin sum brennievni
Tað serliga við hesum motorinum er, at brennievnið er fast. Talan er um paraffin – ‘candle wax’ – sum er bíligt og lætt og vandaleyst at handfara, greiðir Mario Kobald frá.

- Ikki fyrr enn til sjálva royndina verður tað blanda við flótandi súrevni, sum síðan verður hitað áðrenn gongd verður sett á motorin. Hetta var eitt stórt fet víðari í royndini at prógva, at henda tøknin virkar, segði hann við hetlendskar miðlar.

HiImpulse hevur ætlanir at gera fleiri royndir í juli, og ætlanin er at royna motorin á eini royndarrakett – eini sokallaðari sondurakett – í heyst.

Lokalar fyritøkur eru við
Stjórin og stigtakarin til Shetland Cpace Centre, Frank Strang vísir á stóra týdningin, sum hesar royndirnar hava fyri hetlendska rúmdarídnaðin.

- Og tað fer at koma meira, bæði frá HyImpulse og hinum samstarvsfeløgum okkara, eitt nú Lockheed Martin, sigur Martin Strang, sum upplýsir, at fyrsta veruliga rakettin, fyrsta vertikala uppskjótingin, av Unst verður í 2022.

Fleiri hetlendskar fyritøkur hava verið við í arbeiðinum við at royndarkoyra rakettmotorarnar á Scatsta Airport. Eitt nú við at gera stálkonstruktiónina, sum motorurin varð festur í, so hann kundi halda seg upp á pláss.

Føroyskur áhugi – og møguleikar
Í Føroyum verður eisini fylgt við spenningi hvat hendir við rúmdarídnaðinum hjá okkara nærmastu grannum.

Ein teirra, sum vísir verkætlanini stóran áhuga er Johan Mortensen, sum saman við Føroya Tele hevur samstarvað við Shetland Space Senter.

- Tað er ógvuliga áhugavert, tað sum gongur fyri seg í Hetlandi í hesum tíðum. Serliga tí at her eisini er møguleiki hjá føroyskum fyritøkum at vera við.

- Royndirnar í gjár vísa, at dagurin tá fyrsta uppskjótingin úyr við kommersiellum fylgisveinumk nærkast í stórum, sigur Johan Mortensen.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder