Innanlands

Royna at fáa grindina til Bíggjar

Grindin fæst ongan veg í løtuni

Savnsmynd: Karla Egholm

Savnsmynd: Karla Egholm

2018-08-21 16:14 Author image
Ari av Rana
placeholder

Grindin, sum var funnin út fyri Trælanípuna og Bøssdalafoss, fæst ongan veg.

- Hon liggur har úti og grindast. Tað er vónleyst at meta um hvussu stór hon er, tí at hon liggur í fleiri bólkum. Teir fáa hana ongan veg í løtuni, men fara at royna at fáa hana til Bíggjar, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður við Portalin.

Sýslumaðurin sigur, at teir sum liggja hjá grindini siga, at teir aldrin hava uppliva nakað tílík.t Grindin fæst ongan veg. Men teir fara at royna at fáa hana til Bíggjar. Tíðin er tó við at ganga undan.

- Tað byrjar at myrkna, og vandi er fyri at vit verða noyddir at avblása tað heila, sigur sýslumaðurin at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder